Nú hetta við einskiljing og útveitan av farleiðum hjá SSL er komið á breddan, kenni eg meg noyddan at skriva nøkur orð um hetta, fyri okkum so álvarsama mál.
Fyrst vil eg inniliga heita á Føroya Løgting, um IKKI at samtykkja hetta uppskotið, men lata SSL verða sum hon er.
Eg skrivi sjálvandi fyrst og fremst um okkara leið um Skúvoyarfjørð, men eg veit at fólkið á hinum útoyggjunum eru líka ótrygg um framtíðina sum vit.
Okkara trupuleikar byrjaðu av álvara fyri nøkrum árum síðan, tá ið vit mistu Rituna, sum hevði røkt okkara farmaflutning.
Ritan var sera væl egna til tann flutningin, hon bleiv bara tikin, uttan at vit fingu nakað brúkiligt í staðin.
Hvussu illa tað hevur gingið við flutningi av tungum farmi síðan, er ov drúgt at skriva nágreinliga um.
Vit royndu ferð eftir ferð, at fáa okkurt at vita frá Johan Dahl, um hvat hann ætlaði við okkara framtíð, men hann hirdi okkum ongantíð eitt svar av nøkrum slag.
Hann hevur tvær ferð svara okkurt jánkasligt, tað er báðu ferð, tí hann fekk fyrispurning av løgtingslimum, og harvið noyddist at svara.
Sum støðan er í løtuni, hava vit eina nøktandi rutu, til fólk og lættan farm ímillum Sand og Skúgvi.
Verður henda rutan útveitt til privatan veitara, vita vit øll, hvat tað endar við. Vit kenna øll Mykinesleiðina onkursvegna, har er nokk meirilutin av brúkarunum, sum siga, at tann rutan er sera góð. Hesir vælnøgdu brúkarar eru helst øll fólk, sum bara hava brúk fyri sigling um summarið.
Okkara bygd er framvegis soleiðis fyri, at her kunnu fólk koma suður at vitja um veturin.
Hetta ger eisini, at bygdin er nógv meir livandi um veturin enn Mykines. Um okkara leið verður útveitt, er alt hetta burtur, tá er eisini ein spurningur um nakað verður eftir her.
Tá kann støðan næstan metast við, at verða settur í húsavarðhald. Hetta meini eg tí, at tá kann eg í hvussu er, at kalla slett ikki fara av oynni til nakað sum helst.
Onkur nevnir tyrluna, sum eitt alternativ, har vil eg siga, at tyrlan er góð, og vilja vit heldur ikki missa hana, men hon kann ikki brúkast í tí høpinum. Um eg ella onnur skulu nakrastaðni av oynni, og bara hava tyrluna, so er neyðugt, at vera burtur íminst tveir- tríggjar dagar.
Fólk aðrastaðir frá, sum vanliga koma higar vikuskiftir, fara slett ikki at kunna koma higar, tí tyrlan flýgur bara í vanligari arbeiðstíð, hesi fólkini eru øll í arbeiði ella ganga í skúla.
Um vit missa vetrarsiglingina ber hetta slett ikki til meir. Henda tilgongdin er ikki nakað nýtt fyribrygdi. Eg havi ikki nógvar møguleikar, at prógva nakað, men at Johan Dahl hevur havt hesar tankarnar í fleiri ár, haldi eg ikki er nakað at ivast í.
Tá tað nú sær út til, at hann hevur fingið stuðul til hesa ætlanina, serliga frá fólkaflokkinum, so er ongin ivi um, at nú vil hann gera bart.
Rodmund Nielsen er sera heitur fyri hesum, og tað er ikki nógv at ivast í, at hann hevur fullan stuðul frá sínum flokksfeløgum. Sum tað sær út, so gevur summarsiglingin til Mykinesar rættuliga nógv í kassan. Nýggir góðir bátar økja munandi um ferðafólkatalið, tað vita vit øll. Um SSL í staðin røkti hesa rutuna, so kundi yvirskotið frá summarinum verði nýtt til vetrarsigling, og harvið minka munandi um eitt møguligt undirskot.
Orsøkin til, at vetrarsiglingin skal niðurleggjast er ivaleyst tí, at onkur heldur hetta kosta ov nógv. Hartil vil eg siga, at tað er so nógv spart burtur av tí, sum var gott fyri útoyggjarnar, at eg haldi, tit nú kunnu lata okkum hava tað lítla sum eftir er í frið.
Fyri nøkrum árum síðan var ein játtan givin til infrakervið á útoyggjunum. Her kundu vit søkja um stuðul til ymisk endamál, tann játtanin var, fyri fáum árum síðan 3,5 milliónir, í fjør var hon 0,8 millión, eg veit ikki um nakað er í ár.
Rituna mistu vit, sum sagt, so tað er eisini ein sparing, nú er so bara verðandi ruta eftir, og hana vilja tit eisini niðurleggja. Tá vit í dag hoyra um allar milliardirnar, sum skulu nýtast til tunnlar og vegir, bæði ígjøgum fjøll, og undir havinum, er ilt at skilja, hví tað er so átroðkandi at bróta niður tað lítla, sum eftir er av tænastum til okkara.
Eg eri vísur í, at tað fyrsta, sum verður lagt eftir, um einskiljingin kemur ígjøgnum, er okkara ruta.
Vit vita øll at Smyril, Teistin, Ternan og Sam sleppa at sigla sum vanligt, okkara ruta verður so tann fyrsta at oyðileggja, síðan verður tað nokk Fugloy.
Vit føroyingar hava endiliga fingið ein tíðindamann, sum bæði dugir og torir at grava í viðurskiftum hjá politikarum.
Eg eri vísur í, at hann eisini kundi fingið eina krimisøgu í Vinnumálaráðnum, hvat SSL viðvíkur.
Tað eru tveir politikarar í samgonguni, sum siga seg, fult og heilt, altíð vilja stuðla og hjálpa útoyggjunum.
Teir eru Gerhard Lognberg og Jákup Mikkelsen, vónandi vilja teir hesaferð sláa nevan í samgonguborðið og siga hart og tíðuliga, at nú er nokk.
Harry Jensen Bygdarráðsformaður Skúgvi |