Nøkur mótmæli ímóti risa útbygging í Havn

Ikki øll eru so fegin um ætlanina at byggja Tórshavnar Havn út frammanfyri Skansan

 

Tað eru ikki øll, sum eru so fegin um ætlanina hjá Tórshavnar kommunu um eina risastóra útbygging av Tórshavnar Havn.

Ein partur av útbyggingini verður frammanfyri Skansan, har ein bátahavn skal gerast innanfyri farmahavnina, inn ímóti Skansanum.

 

Tórshavnar kommuna sigur, at útbyggingin er neyðug fyri at kunna nøkta tørvin á flutningi til og úr Havnini, ikki minst farmaflutningi.

 

Ætlanin hjá kommununi hevur ligið alment frammi og nú freistin at senda viðmerkingar inn, sigur Suni Petersen á Unhvørvisstovuni, at tey hava fingið einar fimm, seks viðmerkingar til ætlanina.

Talan er bæði um einstaklingar og stovnar og talan er fyri ein part um grannar.

 

Summi halda, at ætlanin misprýðir Havnina. Onnur stúra eisini fyri royki og aðrari dálking, eitt nú larmi frá skipum, kranum og trukkum, táið lossað og avskipað verður.

 

Suni Petersen sigur, at Umhvørvisstovan fer nú at viðgera tær viðmerkingar, sum eru komnar inn.

Annars vísir hann á, at hvat útsjóndini viðvíkur, hava friðingarmyndugleikarnir góðtikið ætlanina fyribils.

 

Tí er tað ein spurningur, um Umhvørvisstovan kann kolldøma útsjóndina, tá ið friðingarmyndugleikarnir ikki gera tað, sigur hann.

Sun Petersen heldur avgjørt, at ein Umhvørvisstovan kemur til eina niðurstøðu um ikki so langa tíð, og í øllum førum í ár.