Nøkur línuskip landa í næstu viku

- Streymurin verður hampiligur í næstu viku, og veðrið sær út til at gerast gott.

Myndin er av seinasta frystilínuskipinum sum er komið í flotan. Vónandi verður skjótt klárt at loysa.

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip á Íslandsrygginum, eitt er á Føroyabanka, og tvey fiska eystanfyri. 

 

Skipið á Íslandsrygginum er nýliga byrjað túr, men skipini eystan fyri og skipið á Føroyabanka koma inn at landa í næstu viku.

 

Umframt ísfiskalínuskipini, eru sjey frystilínuskip undir Føroyum. Frystilínuskipini fáa mest av longu og brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at streymurin verður hampiligur í næstu viku, og veðrið sær út til at gerast gott.

 

- Vit rokna tískil við, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin er av seinasta frystilínuskipinum sum er komið í flotan. Vónandi verður skjótt klárt at loysa.