Tvey línuskip koma inn at landa í morgin, mánadagin. Skipini hava mest av toski og longu, og nakað er eisini av svartkalva, blálongu og lira.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at seinni í vikuni koma eisini skip av Íslandsrygginum, eitt skip sum fiskar svartkalva og so nøkur, sum serliga fiska longu og brosmu.
- Streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar, sum vikan gongur. Veðurforsagnir eru eisini góðar, og tí vænta vit, at nakað verður av útróðri, veit marknaðurin at siga.