Nøkur línuskip landa í vikuni

- Væntandi kemur okkurt av ísfiskalínuskipunum inn at landa seinnapartin av vikuni sum kemur.

Nøkur línuskip fiska undir Íslandi, harav tvey frysta veiðina umborð.

 

- Væntandi kemur okkurt av ísfiskalínuskipunum inn at landa seinnapartin av vikuni sum kemur.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at eitt línuskip, sum hevur fiskað við Rockall, hevur landað einaferð.

 

- Nøkur línuskip eru eisini undir Føroyum, og væntandi kemur eitt av hesum skipum inn at landa mánadgin - og okkurt seinni ívikuni.

 

Um útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður, eins og veðrið sær út til at gerast hampiligt.

 

- Vit vóna tí, at nakað verður av útróðrarfiski í vikuni sum kemur, sigur marknaðurin.