- Tvey línuskip eru á Íslandsrygginum, og eitt er undir Íslandi. Tey á Rygginum fiska mest tosk og svartkalva og eitt sindur av blálongu og lira. Skipini undir Íslandi fáa mest av toski, hýsu, longu, upsa og brosmu.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at hesi trý línuskipini koma heim at landa antin miðskeiðis ella fyrst í vikuni sum kemur.
Sjey línuskip eru framvegis í Eysturgrønlandi.
- Útlitini til útróður eru góð, tí tað verður bæði góður streymur og góð veðurlíkindi í næstu viku. Tí verður eisini roknað við, at nakað verður av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa at kalla bara tosk, hýsu og eitt sindur av hvítingi, verður lagt aftrat.










