Nøkur línuskip gevast fyri summarið

Í løtuni eru nøkur línuskip undir Íslandi, nøkur undir Føroyum, og nøkur eru á Rygginum.

- Eitt línuskip er undir Íslandi og frystir veiðina umborð. Trý eru undir Føroyum, harav tvey koma inn at landa seinnapartin av næstu viku.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at línuskipini undir Føroyum fáa mest av longu og brosmu og eitt sløg av toski.

 

Aftrat línuskipinum undir Íslandi og teimum trimum undir Føroyum, eru trý línuskip á Rygginum.

 

- Vit vænta eitt línuskip av Rygginum mánadagin og hini bæði seinni í vikuni. Skipini á Rygginum fáa mest av toski og eitt sindur av svartkalva og blálongu.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at nøkur línuskip skjótt fara at gevast fyri summarið. Ymiskt skal gerast við skipini, og tað er vanligt, at summartíðin verður brúkt til tað.

 

Streymurin verður góður í næstu viku, og veðurútlitini eru góð.

 

- Tí rokna vit við, at nakað verður av útróðri. Meginparturin av veiðini hjá bátunum er toskur og hýsa og nakað av hvítingi, brosmu, longu og kalva, verður lagt aftrat.