Nøkur hús - og ein bilur - fingu skaða av vatni

Streymveitingin hevur eisini verið svikalig

Tað var rættiliga nógv avfall í gjár og út á náttina. Summastaðni var regn, aðrastaðni var kavarok, og tað hevur elvt til nakrar skaðar.

 

Tað er heldur ikki koyrandi til nakrar bygdir í morgun. Í morgun sigur Landsverk, at tað er ikki koyrandi til Gjáar, eftir Oyggjarvegnum, til syðradals á Streymoynni, til Eiðis og um Velbastaðháls. Men annars eru hált fleiri allastaðni norðan fyri, vestan fyri og suður til Havnar, Kirkjubø og Velbastaðar. Sambært Landsverki er hinvegin eingin kavi á vegunum í Sandoy og Suðuroy. Men tað verður grivið og væntandi verður koyrandi allastaðni seinni í dag.

 

Streymveitingin hevur eisini verið svikalig. Klokkan seks í gjárkvøldi mistu suðuroyingar streymin tí klaki legðist á linjurnar og nú boðar SEV frá, at eingin streymur er í Norðoyggjum, og í pørtum av Eysturoynni av somu orsøk. Í gjárkvøldið elvdi eitt brek í Eysturoynni eisini til streymslit har um vegir.

 

Annars hevur løgreglan eisini fingið boð um fleiri skaðar, sum síðani eru avgreiddir víðari til sløkkilið og bjargingarlið. Í Havn og í Hoyvík fór at dryppa undan loftinum í tveimum húsum og á Sandi setti vatn inn í eina íbúð í nátt. Eisini í Suðuroy setti vatn inn í onkran kjallara og onkrar hjallar og eisini har var sløkkiliðið og hjálpti til.

 

 Nógvastaðni er eisini rættiliga nógv vatn á vegunum. Í Runavík var so nógv vatn á einum vegastrekki, at tá ið ein bilur skuldi koyra ígjøgnum, steðgaði hann upp mitt í hylinum.

 

 Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt nú á jólum.