Tað er stórt trot á arbeiðsmegi í barnagørðum og í vøggustovum, og á summum dagstovnum mangla tey so nógv starvsfólk, at tey klára ikki at hava opið sum vanligt. Hetta hevur eisini verið galdandi fyri nakarar av dagstovnunum í Tórshavnar Kommunu og tað merkir, at foreldrini ikki hava fingið eina fullfíggjaða tænastu. Í nøkrum førum verður trupulleikin loystur upp á tann máta, at børnini eru ikki á dagstovninum fullan dag, ella at tey eru heima ávísar dagar.
– Tá ið kommunan sostatt ikki veitir fulla tænastu, skulu foreldrini heldur ikki rinda fult gjald, sigur Tórshavnar býráð. Tí hava tey gjørt av, at frá 1. mars fáa foreldrini, sum hava børn á stovnum, sum hava skert virksemi, pengar aftur. Og tey fáa tann partin av gjaldinum aftur í sama lutfalli sum tænastan er skerd.