Tað eru nøkur ár síðan, at fýra nýggj grundstykki vórðu útstykkjað og planerað í Saksun. Øll grundstykkini eru seld, men her er eingin bygging í gongd enn.
Sum skilst á borgarstjóranum í Sunda kommunu, sum Saksun er partur av, er ikki væntandi, at húsini verða bygd av fólk, sum ætla sær at verða fastbúgvandi í bygdini.
- Vit halda, at tað er ógreiða á hesum øki – hvørt vit, sum kommuna kunnu krevja, at fólk, sum keypa sær grundstykki og byggja sær hús, skulu vera fastbúgvandi.
Tað sigur Jógvan Kruse, sum vísir á, at í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu er ymiskt á pappírinum, sum kundi bent á, at ætlanin er at skipa slík viðurskiftini betri og greiðari.
- Eitt er spurningurin um bústaðarskyldu, og annað er, hvat vit sum kommuna kunnu áleggja fólki av skyldum, sum eiga summarhús í kommununi, leggur hann aftrat.
##med2##
Fokus á skeytistreytir
Í kommunalum útstykkingum kann kommunan krevja, at fólk, sum hava keypt sær kommunal grundstykki, skulu byggja innan ávíst áramál.
- Men gongur tíðin, og eingin bygging verður, kann kommunan krevja at fáa grundstykkini aftur.
Jógvan Kruse sigur, at kommunan nú hevur ávíst fokus á grundstykki, sum soleiðis liggja óbygd yvir fleiri ár, og nøkur grundstykki eru eisini tikin innaftur.
- Í 2020 sendu vit brøv út til øll, sum eiga óbygd grundstykki, sum kommunan í sínari tíð hevur selt, og her boðaðu vit frá, at vit fóru at aktivera skeytistreytirnar.
Hann vísir á, at frá tí, at fólk fingu hesi brøv, fingu tey samstundis tvey ár aftrat at fáa húsini upp.
- Vit hava nú tikið nøkur grundstykki inn aftur, og vit fara væntandi eisini at taka nøkur inn aftur í ár.
Jógvan Kruse sigur, at skeytistreytirnar fyri tey fýra grundstykkini, sum kommunan hevur selt í Saksun, eru tær somu sum aðrastaðni í kommununi.
##med3##
Møgulig víðkan
Í Sunda kommunu eru tey komin langt við einum nýggjum býarplani, sum fevnir um alla kommununa.
- Tá ræður um Saksun, ætla vit at víðka økið nakað, har hesi fýra grundstykkini liggja, soleiðis at her kann farast víðari við ávísari bygging.
Borgarstjórin sigur, at lendið, sum liggur uppat grundstykkjunum í Saksun, sum eru planerað, er vælegnað til nøkur fleiri grundstykki til sethúsabygging.
- Býarplanurin er liðugur og samtyktur frá okkara síðu, og tá øll neyðug loyvi eru fingin upp á pláss, kunnu vit arbeiða eftir hesi ætlan, sigur Jógvan Kruse.
Myndatekstur: (Grundstykki í Saksun... )
Her liggja fýra planerað grundstykki í Saksun. Øll eru seld, men einki er bygt. Eftir nýggja býarplaninum kunnu nøkur grundstykki fáast aftrat í hesum øki