Á middegi í dag høvdu stívliga 21,5 prosent av veljarunum í Sands kommunu greitt atkvøðu.
Hetta eru nøkur færri enn á løgtingsvalinum í 2022, tá 22,6 prosent høvdu greitt atkvøðu á middegi.
Á løgtingsvalinum í dag hava 427 borgarar í Sands kommunu valrætt, men á valinum í 2022 høvdu beint undir 400 fólk valrætt.
Tað merkir, at sløk 30 fólk fleiri hava valrætt í Sands kommunu í dag enn, tá løgtingsval var í 2022.










