Klokkan 17 seinnapartin sunnudagin 27. oktober verður Løkshøll karmur um eitt væntað brak av eini konsert hjá Kára Sverrissyni og bólkinum Bendum Spónum.
- Tá hava fólk høvi fyri 50 krónur at uppliva mest róstu plátuna/fløguna, sum er komin á føroyska marknaðin í ár. Kræsni ummælarin Niels Uni Dam gav henni fyri stuttum seks av seks stjørnum í Brunsj-sendingini í Útvarpinum.
Úr Runavík verður lagt aftrat, at saman við Enekk brendi Kári rættiliga ígjøgnum ljóðmúrin við lagnum "Eru vit til?" á amnesty-fløguni, sum kom á marknaðin fyri slakari fjórðingsøld síðani.
- Tá vit hoyra fyrstu strofuna "Hoyrdi tú í nátt eitt skríggj...", ivast eingin longur, hvør sangarin er. Longu tá var stílurin sermerktur og egin.
Síðani tá hevur Kári Sverrisson roynt hvørt av sínum í tónleika/ mentanarliga rúminum. Hann hevur givið út bond, plátur og fløgur í ymsum sjangrum. Sjálvur og saman við øðrum.
- Kreativiteturin hevur øll hesi árini flutt hann nøkur fá fet fram á leið aftrat og altíð leitandi eftir nýggjum rásum í musikalska universinum - úr lastini á Høganesi fram til dygga verkið “Nøkur fá fet aftrat".
Í Runavík vísa tey á, at skaldið Jóanes Nielsen eigur allar yrkingarnar á plátuni, sum Kári í størstan mun hevur gjørt løgini til.
- Hetta er eitt serføroyskt produkt á altjóða støði, og sunnudagin er hann - oddvitin - við fræga orkestrinum Bendar Spónir sum dyggum stuðlum, Heðini Ziska Davidsen, Jón McGavin, Kriss F. Dam Poulsen, Mattias Kapnas, Mikael Blak, Ólavur Jákupsson, Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Unn Patursson, á pallinum í Løkshøll.
Konsertin er útgávukonsertin á heimavølli og er samstundis grand finalan á mentanarvikuni 2013 í Runavík.
Byrjað verður stundisliga klokkan 17. Tað verður Tórbjørn Jacobsen, sum fer at bjóða vælkomin, og miðskeiðis í konsertini fer Jóanes Nielsen, ið verður mettur at vera frægasti lýrikarin, sum føroyingar eiga í dag, at lesa upp nakrar yrkingar.











