Á mentanarvikuni í Runavík verður konsert við Kára Sverrissyni og Bendum Spónum.
Saman góðu teir herfyri út plátuna ”Nøkur fá fet aftrat” út. Talan er um eina lp og fløgu við níggju sangum, har Jóanes Nielsen eigur orðini, og Kári Sverrisson eigur løgini.
Trý av løgunum eru gjørd saman við limum úr bólkinum Orka.
Samstarvið millum Kára og Bendar Spónir byrjaði við einari konsert á Vetrarjazzi í januar í fjør, har umleið sama tilfar, ið nú er komið út, varð framført.
Umframt ta konsertina hava Kári og Bendar Spónir spælt fleiri konsertir kring landið, eitt nú á G! Festivalinum og tvær útgávukonsertir í Perluni í Havn og í Tøting í Syðrugøtu.
Tey, ið spæla og syngja við á útgávuni, eru Kári Sverrisson, Heðin Ziska Davidsen, Jón McGavin, Kriss F. Dam Poulsen, Mattias Kapnas, Mikael Blak, Ólavur Jákupsson, Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Unn Paturson.
Konsertin, sum verður í Løkshøll sunnudagin 27. oktober klokkan 17, er partur av mentanarvikuni Skýming í Runavík.