Nøkur av teimum allarveikastu sótu eftir

Tey sluppu ikki upp í part, tá ið samgongan skuldi gera tað lættari – hjá teimum veikastu

Tey sluppu ikki upp í part, tá ið samgongan annars skuldi gera tað lættari – hjá teimum veikastu.

 

Løgtingið hevur nú samtykt, at kringvarpsgjaldið skal umleggjast. Eitt endmál við tí er at gera tða lættair hjá teimum veikastu bólkunum í samfelagnum.

 

Higartil hevur eitt húski við pensjónistum, rinda 3.600 krónur í kringvarpsgjaldi um árið, men nú lækkar tað niður í 600 krónur um árið fyri hvønn fólkapensjónist. Hereftir skal eitt húski við einum pensjónistahjúnum, sostatt rinda 1.200 krónur tilsamans í kringvarpsgjaldi um árið, har tey áður rindaðu 3.600 krónur.

 

Men hetta er bara galdandi fyri fólkapensjónistar. Sostatt er tað ein bólkur av pensjónistum, sum framvegis skulu rinda 3.600 krónur í kringvarpsgjaldi um árið, og tað eru fyritíðarpensjónistarnir.

 

Og tá ið Løgtingið skifti orð um málið, vildi Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, hava at vita, hví fyritíðarpensjónistar ikki fingu somu sømdir sum fólkapensjónistar.

 

- Samgongan tosar um sosialt rættvísi, og letur fólkapensjónistar sleppa nógv bíligari í kringvarpsgjaldi.

 

Hon vísir á, at fyritíðarpensjónistar er ein ógvuliga veikur bólkur, og hon fýltist á, at teir ikki koma undir somu reglu sum fólkapensjónistar.

 

Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum, sigur, at spurningurin hevur verið umrøddur.

 

Men tað er ikki líka rætt at eyðmerkja, hvørjir fyritíðarpensjónistar eiga at koma undir regluna, so tað er ein spurningur, sum má takast upp seinni.

 

- Hetta er eitt vandamál, sum vit eiga at taka upp. Men spurningurin er um rætti vegurin at bøta um støðuna hjá fyritíðarpensjónistum er at lækka kringvarpsgjaldið, ella um tað skal gerast aðrar vegir, sigur hon.