##med2##
Hesar seinastu dagarnar eru hava fleiri tilburðir av koronu verið og tað er at kalla ikki dagur, at ikki onkur tilburður verður staðfestur. Pál Weihe, ráðgevari í koronu heldur, at hetta er ein støða vit, skulu venja seg við hesar næstu mánaðirnar. Í tíðindunum á FM1 sigur hann, at hendan støðan, vit nú eru í, krevur eitt stór arbeiði at leita eftir fólki, sum tey smittaðu hava verið í sambandi við og at fáa tey í sáttarhald. Harumframt kann korona loypa órógv á barnagarðar, skúlar, og onnur arbeiðspláss, har nógv fólk eru.
Tí harmast hann framvegis um, at kravið um, at øll, sum koma til Føroya, skulu kannast á markinum, varð strikað. Hann heldur, at tað hevði verið munandi ómakaleysari, og tryggari, at fingið øll, sum koma til Føroya, at gapa í nøkur sekund og kanna tey fyri koronu.
Pál Weihe sigur, at tí er hann framvegis talsmaður fyri, at kravið um at øll, sum koma til Føroya, verða kannað á markinum, verður sett í gildið aftur. Hann minnir á, at tá ið tað kravið var í gildið, vóru tað longri tíðarskeið, har vit ongar tilburðir høvdu
Pál Weihe sigur, at vil illa til, er vandi fyri, at tað endar við eini vanlukku, nú smittan er leys í samfelagnum. Tað, hann stúrir mest fyri, er, at korona verður drigin inn á sjúkrahús, ellisheim, og aðrar stovnar, har fólk eru, sum ikki tola at fáa koronu.
Tað hendi í Danmark og har fekk tað álvarsligar avleiðingar. Tí heldur Pál Weihe, at leiðslan á sjúkrahúsum, ellisheimum og øðrum slíkum stovnum, eiga at krevja av sínum starvsfólkum, at tey eru koppsett fyri koronu. Hann heldur, at tað sama hevði eisini verið rímiligt á skúlum, barnagørðum, og aðrastaðni, har korona kann órógva arbeiðið illa.
Tey, sum ikki eru koppsett, eru í nógv størri vanda fyri at draga koronu inn á sítt arbeiðspláss, enn tey, sum eru koppsett, sigur Pál Weihe.
Í Sosialinum hetta vikuskiftið, hava vit nógv meiri um hetta saman. Trýst annars á pílin undir myndina og hoyr Pál Weihe greiða frá sínum sjónarmiðjum.