– Vit eru sum so væl nøgd við úrslitið, og vit fegnast um, at helvtin av okkara inntøkum og yvirskoti koma frá okkara virksemi uttanlands, í Danmark og Grønlandi.
Tað sigur forstjórin í BankNordik, Janus Petersen, nú bankin fyrra hálvár í ár hevur eitt úrslit upp á 85 milliónir krónur fyri skatt, sum er átta milliónir betur enn í fjør.
Av teimum 85 milliónunum, sum bankin hevði í yvirskoti fyrstu seks mánaðirnar, stava tær 40 frá bankavirksemi uttan fyri Føroyar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Janus Petersen.









