Nøgdin av sild er minkandi

Fyribilsúrslitini vísa, at nøgdin av sild er minkað í føroyskum øki í ár í mun til undanfarnu árini.

Magnus Heinason er júst afturkomin av sildakanning norðanfyri. Fyribilsúrslitini vísa, at nøgdin av sild er minkað í føroyskum øki í ár í mun til undanfarnu árini.

 

Havstovan sigur í dag, at fyrivarni tó skal takast fyri, at vánaligu veðurlíkindini á túrinum kunnu hava ávirkað kanningarnar negativt. Hinvegin varð nakað meira av smáari sild fingið í ár enn seinnu árini.

 

- Sildakanningarnar eru skipaðar sum felags kanningar. Umframt Magnus Heinason vóru rannsóknarskip úr Danmark, Íslandi, Noregi og Russlandi við.

 

Havstovan vísir á, at endamálið við kanningunum millum annað er at fáa tilfar til vega, sum liggur til grunds fyri stovnsmetingunum, sum verða gjørdar seinni í summar.

 

- Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi millum luttakandi londini um hálvan juni og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin, sigur stovnurin, sum vísir á heimasíðuna www.hav.fo