Fiskaaling hevur fingið nýggjan framleiðsluleiðara. Tað var fyrst í februar, at Lisa Frederiksberg tók við starvinum sum framleiðsluleiðari eftir Astrid Hansen, sum er farin í annað starv hjá Fiskaaling.
- Nýggi framleiðsluleiðarin kemur úr starvi hjá Vaðhorn Seafood á Strondum. Hon hevur tikið við leiðsluni fyri framsleiðsluni av laksarognum og laksayngli á støðini hjá Fiskaaling. Hon er eisini leiðari fyri lívfiskastøðini í Skopun.
Tað veit Fiskaaling at siga.
Sjálv sigur Lisa, at hon fer at leggja seg eftir at hækka tænastustøðið hjá Fiskaaling enn meira.
- Hetta er kjølurin í alivinnuni, og okkara tænasta til bæði veitarar og keyparar skal vera á so høgum støði, sum yvirhøvur til ber.
Hon heldur, at ein stór avbjóðing altíð er at fáa arbeiði at ganga rationelt og at halda seg innan fyri fíggjarkarmarnar.
- Ein týðandi liður í góðari framleiðslu er nøgd starvsfólk, og hetta er nakað, sum eg fari at stremba eftir, sigur Lisa Frederiksberg.