Nocko Jokovic verður í HB restina av kappingarárinum

Umframt brádliga venjaraskiftið, so boðaði HB-leiðslan eisini frá, at danin Nocko Jokovic spælir í HB restina av kappingarárinum. Nocko Jokovic hevur verið í Føroyum í eina góða viku, og nú eru partarnir komnir ásamt um at gera ein sáttmála.

Atvoldin til at Nocko Jokovic er komin hendanvegin, sigur HB-leiðslan vera, at nú bæði Uni Arge og Pætur Dahl ikki vera at síggja á liðnum restina av kappingini, varð neyðugt við einum nýggjum manni álopinum, og tað er soleiðis sambandið millum partarnar er komið í lag.

Sjálvur sigur Nocko seg vera fegnan um sáttmálan, og at hann vónar at tað fer at ganga honum og nýggju liðfeløgunum væl, og vónandi, at hann kann vera við at fáa meistaraheitð í hús.

Nocko vísir eisini á, at honum nýtist tíð at venja seg við undirlagi og nýggju liðfelagarnar, men hann er sannførdur um, at tað skal fara ganga væl.

Spurdur um tað var hugsingur um, at hann spældi við HB komandi ár, svaraði Nocko, at um hann og familjan treivst væl, og at tað gekk væl í HB, so skuldi hann ikki útihýsa møguleikanum.

? Eg havi tó ikki slept vónini um at sleppa at spæla á høgum stigi uttanfyri Danmark, segði Nocko eftir tíðindafundin.

Spurdur um hvørja fatan hann hevði av føroyskum fótbólti, nú hann hevði verið her í eina viku, segði Nocko Jokovic, at støði avgjørt er lægri enn eitt nú í superliguni, men tað hevði hann eisini vænta frammanundan. Hann hevði tó ikki væntað at so nógvir góðir fótbóltsspælarar vóru í Føroyum, og tað var bara gleðiligt fyri føroyskan fótbólt

Um nýggja felagið HB, segði Nocko Jokovic, at felagið hevði allar neyðugu hentleikar, og at leiðsla og spælarar høvdu verið sera fyrikomandi, og hann gleddi seg til at koma í gongd við at spæla fótbólt aftur.

Nocko Jokovic hevur ikki spælt tað stóra seinasta árið, hann hevur verið knýttur at skotska felagnum Livingston, men hevði torført við at fingið spælitíð, so sáttmálin við HB var fyrst og fremst gjørdur við tí fyri eyga at koma í gongd aftur við fótbóltinum.