Nobelnevndin heldur reglurnar

Stýrið fyri svenska Nobelgrunninum vísir aftur, at tann norska Nobel-nevndin skal vera farin út um karmarnar í testamentinum hjá Alfred Nobel.

Tað var norski løgfrøðingurin og rithøvundurin Fredrik S. Heffermehl, sum kærdi norsku Nobel-nevndina fyri at hava tulkað testamentið hjá Alfred Nobel skeivt, tá hon hevur tikið avgerð um, hvør skal hava Nobel-friðarheiðurslønina. Hann sendi tí stýrinum í grunninum kæru um framferðarháttin hjá norsku nevndini.

Men stýrið tekur ikki undir við kæruni. Stýrið sigur í svarinum, at eftir tess tykki eru avgerðirnar hjá norsku nevndini ikki í stríð við reglurnar.