Nobelheiðurslønin er latin

Tað var ein felagsskapur, sum vann nobelheiðurslønina 2013.

Tað var felagsskapurin OPWC, sum fekk Nobelheiðurin í 2013. Felagsskapurin arbeiðir ímóti kemiskum vápnum, og fyri tíðina arbeiða teir nógv í Sýria, har teir samstarva við ST fyri at finna og burturbeina goymslurnar av kemiskum vápnum.

 

Øll lond, sum skriva undir CWC-konventiónina móti kemiskum vápnum, gerast limir av OPCW. Tað eru í dag bert Angola, Egyptaland, Ísrael, Myanmar, Norðurkorea, Suðursudan og Sýria, sum ikki hava bundið seg til CWC konventiónina.

 

Við nobelfriðarheiðurslønini fylgja eisini góðar 6,5 milliónir kr.

 

Í ár vóru 259 tilnevningar til heiðurslønina: 209 einstaklingar og 50 felagsskapir.

 

Í fjør fekk ES heiðurslønina.