Steven Chu verður amerikanskur orkumálaráðharri
Keldur í demokratiska flokkinum í USA siga, at Barrack Obama hevur valt Steven Chu til orkumálaráðharra. Chu fekk Nobel-heiðurslønina í alisfrøði í 1997 og verður mettur millum teir fremstu serfrøðingarnar innan alternativa orku.
Afturat sær fær Chu nakrar embætismenn, sum millum annað arbeiddu í umsitingini hjá Bill Clinton.
Barrack Obama hevur lovað at leggja stóran dent á alternativar orkukeldur, og hann hevur boðað frá, at USA fer at brúka fleiri milliardir dollarar at finna nýggjar orkukeldur og at skapa fleiri arbeiðspláss innan grøna orku.










