Fyrr í dag gjørdist greitt, Svetlanu Alexievich úr Hvítarusslandi, hevur fingið Nobel-virðislønina í bókmentum.
Tað munnu tó vera fáir føroyingar, ið kenna til verkini hjá nýggja Nobel-vinnaranum. Ongar av hennara bøkum er týddar til føroyskt.
Forkvinnan í Rithøvundafelagnum, Vónbjørt Vang, greiður fyri in.fo frá, at hennara verk eru ein blandingur av journalistikki og litteraturi.
- Svetlanu Alexievich er úr Hvítarusslandi, men livur í løtuni í útlegd, umframt at hennara verk eru sensureraði í hennara egna heimlandi. Hennara stílur er ein blanding av journalistikki og litteraturi. Tann bókin, ið nú verður týdd til danskt, er um hvussu russiskar kvinnur upplivdu 2. veraldarbardaga.
Vónbjørt Vang greiður frá, at tað ikki er óvanligt, at tey, ið vinna, ikki eru serliga kend á okkara leiðum.
- Eg hevði onga hóming av hvør fór at vinna, tí tey eru alt nógv um boði. Tað er eisini torført at meta um hvør vinnur, tí vanligt er tað onkur ókendur, ið vinnur virðislønina. Fyrst tá plaga teirra verk at verða týdd til fleiri mál. Tí er tað gott fyri rithøvundar at vinna virðislønina, tí útbreiðslan av teirra verkum verður størri.
- Hóast bøkurnar hjá Svetlanu Alexievich eru týddar til yvir tretivu mál, so er hon ikki kend á okkara leiðum. Ein av hennara bøkum verður í løtuni týdd til danskt, annars er hon einans týdd til svenskt av teimum norðurlendskum málunum.









