Noah skoraði - Heri og Meinhard ruku út úr steypakappingini

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í norsku steypakappingini í kvøld

Noah Mneney slapp loksins at byrja inni tá hann og liðfelagarnir í Bryne, ið spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vunnu 7-0 á útivølli á Mandalskammeratene, ið spælir í fjórðbestu deildini.

 

Bryne var á odda 2-0 í steðginum, og Noah skoraði málið til 6-0.

 

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen, ið spælir í næstbestu deildini máttu leggja rygg til eitt 0-1 tap fyri Eidsvoll, ið spælir í triðbestu deildini. Meinhard kom á vøllin í seinna hálvleiki.

 

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen, ið spælir í triðbestu deildini fullu við æru aftaná 4-5 tap á heimavølli fyri Lillestrøm úr bestu deildini. 

 

Lillestrøm var á odda 4-0 í steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki legði Heri upp til Mats Lunde, ið minkaði um munin til 1-4. Tá ein tími var leiktur økti Lillestrøm til 5-1. Men seinasta korterið gjørdi Strømmen eitt hál, og Heri og liðfelagarnir minkaðu um munin til bæði 2-5, 3-5 og 4-5, men tíðin fór undan Strømmen, ið kunnu vera sera ernir av seinna hálvleiki. Eirik Dahl Åsvestad gjørdi ikki mætari enn at skjóta eitt reint hattrick fyri Strømmen. 

 

Sandnes ULF við Gullbrandi Øregaard frá dystarbyrjan vann 4-0 á útivølli á Vard Haugesund, ið spælir í triðbestu deildini. Í steðginum var Sandnes á odda 3-0.

 

Aron Benjaminsen var heldur ikki við í hópinum hjá Kristiansund, ið spælir í bestu deildini. Kristiansund vann í kvøld bert 2-1 á útivølli á Træff, ið spælir í fjórðbestu deildini.

 

Liðið sum Mikkjal Thomassen venur, og sum hevur Brand Hendriksson og Jóannes Bjartalíð í hópinum, Fredrikstad úr bestu deildini spælir í morgin klokkan 17 á útivølli móti EIK Tønsberg úr triðbestu deildini.