Tann 11. november verður ársins EMA í Frankfurt. Heidi Klum verður vertur, tá ið millum annað No Doubt, Taylor Swift og Muse fara at framføra.
No Doubt eru byrjað aftur við sínum nýggja albummi, ið kallast Push and Shove. Tey eru nú eisini klár at stíga á stóra pallin saman við millum annað kendu stjørnunum Taylor Swift, Muse, Carly Rae Jepsen og Ria Ora. Tey hava ábyrgd av tónleikaliga undirhaldinum.
- EMA er ein stórur møguleiki hjá okkum at vísa heiminum stoltleikan av okkara nýggja album. Tað verður einastandandi at gera tað, ið okkum dáma allar best at spæla live, siga No Doubt í tíðindaskrivi.
Millum tey tilnevndu er Rihanna tann best umtókta við heili seks tilnevningum. Justin Bieber og Katy Perry dystast um 2. plássið við fýra tilnevningum hvør. Síðani eru Lady Gaga, Lana Del Rey, Nicki Minaj, Jay Z og Kanye West, ið hava fingið tríggjar tilnevningar hvør í ár.
(Skrivað hava Sára Juul Heinesen og Kristina av Húsabrúgv)









