10 gullheiðursmerki hevur Elspa Mørkøre vunnið sær á hesum leikunum. Sjálv sigur hon seg vera ógvuliga bilsna.
– Eg hevði als ikki roknað við hesum. Við tíðunum vit meldaðu til við, sá tað sjálvandi gott út. Men man kann ikki stóla uppá hesar, vísir Elspa Mørkøre á. Spurd um man ikki eftirhondini kann líta á, at Elspa er garantur fyri gull hvørja ferð hon svimur, svarar hon flennandi, at tað vil hon ikki viðmerkja:
– No comment, ljóðandi láturfylta svarið.
Heilt fantastiskt
Elspa er av somu sannføring sum øll onnur, tá hon verður spurd um sína meting, um samlaða føroyska avrikið.
– Hetta er heilt fantastiskt. Vit hava aldrin gjørt nakað líknandi, og hetta er tað besta nakað føroyskt svimjilið nakrantíð hevur havt. Áðrenn var tað sjey gull, meðan vit nú eru uppi á 15, so hetta er heilt ófatiligt, sigur Elspa Mørkøre, sum tó heldur at tíðirnar kundu verið eitt vet betri.
– Men samanumtikið eri eg væl nøgd, og øll eru vælnøgd, staðfestir størsti gullfiskurin á føroyska liðnum.