No catwalk á Christiansborg

Sum føroyskur fólkatingslimur er tað ikki bara okkara rættur, men okkara skylda at leggja okkum út í politiska orðaskiftið í Danmark

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til Fólkatingi

 

Sum føroyskur fólkatingslimur  er tað ikki bara okkara rættur, men okkara skylda at leggja okkum  út í politiska orðaskiftið í Danmark, tí meginparturin av teirri lóggávu, sum verður samtykt í Fólkatinginum hevur beinleiðis og óbeinleiðis ávirkan á føroysk viðurskifti og á føroyska lóggávu. Tí er tað ein misskiling, at vit ikki skulu leggja okkum út í politisk viðurskfiti í Danmark, og at fólkatingsssessurin bert er til at ganga ”catwalk”  á teimum bonaðu gólvunum á Christiansborg. Arbeiðið í Fólkatinginum snýr seg í tann mun um politikk, um diplomati, um  ávirkan og um vald, tað at røkja  føroysk áhugamál á øllum økjum og at brúka tað vald til fulnar, sum liggur í einum fólkatingssessi.

 

ES-lóggáva, felagssøki og yvirtikin øki

Føroyar hava yvirtikið nógv málsøki, men enn eru fleiri yvirtøkur eftir at fremja sambært  yvirtøkulógini. Eitt nú er yvirtøkan av útlendingamálum ovast á breddanum í løtuni  Her er tíverri komin stígur  í sjálva yvirtøkuna orsakað av Schengensamstarvinum, og tí má hetta vera tað fyrsta málið, sum hegnisliga eigur at verða greitt úr hondum, soleiðis at føroyingar sjálvir kunnu skipa síni viðurskifti á útlendingaøkinum, uttan at hetta gevur okkum trupulleikar við Schengensamstarvið. 

 

 Politiska ávirkanin skal tó ikki bert nýtast til yvirtøkur, men eisini at tryggja, at nýggjar marknaforðingar ikki stinga seg upp millum Danmark og Føroyar á eitt nú yvirtiknum málsøkjum. Her hevur arbeiðið ikki verið nóg gott frá føroyskari síðu í Fólkatinginum, tí í dag síggja vit óteljandi dømi um,  at marknaforðingar millum londini stinga seg upp. Hetta eiga vit at tryggja betur, soleiðis at góðar avtalur fáast í lag við danir um hesar marknaforðingar millum londini í stundini, tá lóggáva verður broytt.

 

Eitt dømi um hetta er forsorgarøkið, sum varð yvirtikið í 1995.  Her hava vit t.d eina skipan í Føroyum, hvat viðvíkur fyritíðarensjón, sum er í 3 satsum, meðan danir hava broytt sína skipan kollveltandi síðani,  við tí úrsliti,  at hetta hevur givið mongum trupulleikar, ið flyta millum londini, tí rætturin til  fyritíðarpensjón ikki fylgir við.  Her eiga okkara fólkatingsumboð at vera á varðhaldi, soleiðis at nýggjar marknaforðingar ikki stinga seg upp millum londini, tá lóggáva verður broytt í Danmark,  men ístaðin at tryggja góðar og smidligar avtalur verða gjørdar millum londini.

 

At danir harumframt eru eitt ES land ger viðurskiftini enn meiri trupul millum Danmark og Føroyar á lóggávuøkinum, tí Føroyar er ikki limur í ES, og eigur heldur ikki at blíva tað. Àhugamálini hjá dønum og hjartað hjá dønum er tættari at ES enn mótvegis Føroyum, og tí er tað ongantíð so umráðandi enn just nú at hava eina rødd á Fólkatingi, sum ikki ókritiskt vil lata ES lóggávu floyma inn yvir Føroyar, sum bæði kann skaða føroyskt vinnulív og føroyska mentan. Núsitandi fólkatingsumboð tala báðir fyri ES limaskapi, og tískil  kunnu teir ikki veita nóg góða  trygd fyri, at hesi viðurskifti verða røkt á fullgóðan hátt.

 

 Føroyar hava prógvað, at vit kunnu samstarva við øll lond og vinna okkum rættindi á altjóða pallinum. Okkum nýtist ikki at geva okkum inn undir ein felagsskap sum ES fyri at tryggja føroysk áhugamál. Hinvegin skal eitt fólkatingsumboð virka fyri diplomatii og vera tann forlongdi armurin hjá føroyska landsstýrinum til tess at røkka enn longur á úttanríkispolitiska pallinum. Føroyar hava broytt seg, og nú er tíðin komin til, at  kósin á Fólkatingi eisini broytir seg,  har veruligur politikkur aftur kemur ovast á dagsskránna.