NM-umboðini funnin

Tað er nú greitt, hvørjir telvarar skulu umboða Føroyar, tá NM-kappingin í talvi fyri ungdómar verður á skránni.

Finalan í ungdómstelvingini var í skúlanum á Argjum um vikuskiftið, og her vissaðu tey bæði fremstu í hvørjum aldursbólki sær luttøku til NM-kappingina.

Tey fremstu – og harvið føroysku NM-umboðini – eru: IM Helgi Dam Ziska, Rógvi Dragaberg, Rógvi E. Nielsen, Hjalti T. Jógvasson, Rúni Vørmadal, Pætur Poulsen, Heðin Gregersen, Einer Gregersen, Høgni E. Nielsen og Sjúrður Olsen.