NM-telving í Reykjavík

Við støði í FM fyri gentur fyrr í ár, eru Føroyar umboðaðar við Sáru Traber Olsen, úr Tórshavn, Herborg Hansen, úr Klaksvík og Signhild Durhuus og Honnu Jacobsen, úr Kollafirði.

 

Herborg og Sára hava áður verið í NM-orrustu og hava staðið seg sera væl ímóti javnaldrunum úr hinum Norðurlondunum, har heiðursmerkir eru komin til høldar.

 

Herborg luttekur í U20-bólkinum og er seedað nr. 4, har Inna Agrest, úr Svøríki, sýnist favorittur eftir styrkitalinum at meta. Sára er seedað nr. 5 í U16-bólkinum, meðan Signhild og Hanna eru seedaðar ávikavíst nr. 2 og nr. 7 í yngsta U13-bólkinum.

 

Til ber at fylgja kappingini á www.skaksamband.is, har 2 talv úr hvørjum bólki verða send LIVE hvørt umfarið.

 

1. umfar byrjaði kl. 19.30 og til ber at fylgja talvinum beinleiðis, har Signhild Durhuus hevur svarta fólkið ímóti Ellen Kalkulidis, úr Danmark.

 

Telvað verða 5 umfør.

 

Skráin:

1. umfar, fríggjadag, kl. 19.30

2. umfar, leygardag, kl. 11.00

3. umfar, leygardag, kl. 17.30

4. umfar, sunnudag, kl. 11.00

5. umfar, sunnudag, kl. 17.30