NM í talvi byrjað

33 leikir seinni varð sigurin til Helga komin til høldar, tá danin Morten Storgaard varð mátaður.

 

Annars fekk Silas Eyðsteinsson, úr Sandavagi, fyrsta stigið í kappingini, tá hann vann føroya-uppgerðina ímóti Julian Gregersen í yngsta bólkinum.

 

Telvað verður í 5 aldursbólkum ? U20, U16, U14, U12 og U10 ? har hvørt Norðurlandið verður umboðað við 2 telvarum hvør.

 

Annað umfar verður telvað seinnapartin kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum. Síðani verða 2 umfør telvað fríggjadagin og leygardagin, tá kappingin endar.

 

Til ber at fylgja telvingini LIVE umvegis alnótina, umframt at úrslit, støður og endaði talv verða løgd út á heimasíðu Talvsambandsins: www.faroechess.com.