Um vikuskiftið verður norðurlandameistarakappingin í svimjing fyri rørslutarnað hildin í Danmark.
Kappingin fer fram í Greve, og eru tvær føroyskar svimjigentur millum luttakararnar hesu ferð.
Tær báðar eru Heidi Andreasen av Eiði og Esther Gaard Hansen úr Havn, sum eisini teljast millum luttakararnar, sum verða við, tá Paraolympisku leikirnir verða settir í Sydney í heyst.
Báðar skulu tær royna seg í somu kappingum, nevnliga 50, 100 og 400 metra frísvimjing, umframt at tær eisini skulu svimja 100 m firvald og 200 m blandað.
Eru væl fyri
Katrin Johansen, landsliðsvenjari, greiðir frá, at genturnar tykjast at vera rættuliga væl fyri, so spennandi verður at síggja, hvussu tær fara at standa seg millum hinar norðurlendsku svimjararnar.
Ferðalagið fer úr Føroyum fríggjamorgunin og verður aftur her á landi sunnudagin.










