NM-kappingin verður í Føroyum

Talvsambandið skal í februar mánaði vera vertur fyri NM-kappingini í skúlatelving

Talv

Norðurlandameistarakapping í einstaklinga telving, sonevnt NM í skúlatelving, verður á hvørjum ári fyriskipa millum bestu unglingar í Norðurlondum, skiftandi í teimum ymsu norðanlondunum. Í 2003 verður kappingin í Føroyum, ætlandi í Norðurlandahúsinum í døgunum 14-16. februar.

Teir bestu úr øllum londum
Talan er um sera sterka kapping, millum 2 teir bestu telvararnir í hvørjum norðanlandi í 5 ymiskum aldursbólkum, tvs. at hvørt norðanland luttekur við íalt 10 luttakarum. Føroyar luttaka á hvørjum ári í NM-kappingini og hava seinnu árini fingið góð úrslit.
Í samband við at Føroyar næsta ár gerast vertir fyri hesi kapping, ætlar Talvsamband Føroya veruliga at spenna seg út fyri at røkka góðum úrslitum. Sum ein liður í hesum, ætlar Talvsambandið á fyrsta sinni, at teir 10 luttakararnir, ið skulu umboða Føroyar, skulu beinleiðis kvalifisera seg til NM-kappingina.
Talvsambandið fer tískil í næstum saman við talvfeløgunum at skipa fyri úttøkukappingum til NM-kappingina. Úttøkukappingarnar verða tríggjar í tali, tann fyrsta í Klaksvík 2. november (felag KTF), tann næsta í Vestmanna 10. november (felag VT) og tann síðsta í Hósvík 30. november (felag HóT). Hesar kappingar verða skipaðar sum einstaklingakappingar í 5 ymiskum aldursbólkum, har telvararnir í tveimum teimum fyrstu kappingunum hava 10. min til hvørt talvið, og í síðstu kappingini 30. min. til hvørt talvið. Heiðursmerkir verða latin nr. 1, 2 og 3 í øllum 5 aldursbólkunum í úttøkukappingunum . Fyrireikandi feløgini taka sær av tilmelding, og í komandi døgum verður lýst við hesum.

Avmarkað tilmelding
Her skal leggjast til merkis, at tilmelding bert verður til fyrstu 2 kappingarnar, meðan tað í síðstu kappingini bert luttaka teir telvarir íð hava staðið seg best í fyrstu kappingunum. Í síðstu kappingini, ið verður at rokna sum eitt finaluumfar, verða síðani bert teir 2 telvarnir úttiknir i hvørjum aldursbólki, sum skulu umboða Føroyar til NM í skúlatelving 2003.
Nógv talvvirksemi er á skránni í vetur, og Talvsambandið fer, eftir at føroysku luttakarnir eru funnir, at skipa fyri, at hesir fáa serkøna talvvenjing áðrenn NM-kappingina.
Talvsambandið vónar við hesum tíðindaskrivi, at fáa eina breiða undirtøku kring alt landið fyri tiltakinum.
Aldursbólkarnir eru:
A: 1983-85, B: 1986-87, C: 1988-89, D: 1990-91 og E: 1992 og yngri.