NM-kapping fyri U17 landslið

NM-kapping fyri U17 landslið verður hildin í komandi viku í Finnlandi. Føroyska liðið skal í bólkaspælinum royna seg móti Norra (3. aug), Svøríki (4. aug) og Skotlandi (6. aug). Umframt dystirnar í bólkaspælinum skulu U17 dreingirnir spæla plaseringsdyst sunnudagin 8. august.
Áki Johansen, venjari, er spentur uppá avbjóðingina og metir, at føroyska liðið er sera væl fyrireikað til kappingina, eftir at teir vóru í Newcastle og Aberdeen fyrr í mánaðinum.

Leikararnir, sum eru úttiknir til NM-kappingina, eru hesir:
HB: Bárður Skorheim Guttesen, Rói av Fløtum, Kári Hvannastein, Ári Mohr Danielsen?
B36: Rasmus Dan Sørensen, Jákup Højgaard?
B71: Marcus Klementsen, Brandur Olsen?
TB: Teitur Olsen, Ragnar Tausen?
B68: Haraldur Højgaard?
EB/Streymur: Allan Hansen?
FC Suðuroy: Brandur Suðuroy?
ÍF: Arnold Kristiansen?
MB/07 Vestur: Jákup Sveinbjørn Olsen?
OB: Magnus Egilson?
Oure: Eli Nolsøe Leifson?
Varde IF: Andrias H Eriksen