NM í Boccia

Í døgunum 29.og 30.mai verður Norðurlanda Meistarakapping í Boccia. Henda kapping verður hildin í Lappeenranta í Finlandi.
Føroyar fara at luttaka við fýra spælarum: Áki Joensen fer at spæla í einstaklingakapping í bólkinum Koyristólur við rennu. Jógvan Telling Joensen, Marius Johansen og Jóannes Ziska fara at spæla bæði í einstaklinga kapping og liðkapping í bólkinum fyri standandi.
Eitt brutto landslið hevur vant síðan í januar, og vórðu hesir spælarar úttiknir eftir FM, sum var seinast í mars mánaða. Teir hava vant dúgliga síðan, so teir eru væl fyrireikaðir til kappingarnar.