Njósnaraflogfør leita eftir burturfluttu gentunum

Amerikonsk njósnaraflogføør leita nú eftir teimum meiri enn 200 gentunum, sum eru burturfluttar í Nigeria.

Tíðindini eru frá einari keldu í amerikonsku stjórnini, sum eisini veit at siga, at hetta verður gjørt við góðkenning frá nigerisku stjórnini. Sambært bretska kringvarpinum, BBC, hevur USA eisini sent umleið 30 fólk úr uttanríkisráðnum, verjumálaráðnum og fregnartænastunum til Nigeria.

 

Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum sigur, at í løtuni hevur USA ongar ætlanir um at senda herfólk til Nigeria. Men sambært blaðnum Los Angeles Timers vóru amerikanskir ráðgevar í Nigeria fyrr í ár og hjálptu nigeriska herinum at skipa eina serliga deild til bardagan ímóti islamistiska yvirgangsfelagsskapinum Boko Haram.

 

Tað var júst Boko Haram, sum burturflutti genturnar fyri fýra vikum síðani. Felagsskapurin krevur, at fleiri víðgongdir islamistar skulu latast leysir úr nigeriskum fongslum í býti við genturnar. Annars verða tær seldar.