Njótið og verðið glað

Sambært bókini Njótingarsami heilin kann meir njóting geva okkum eitt betri lívi. Nú er bókin komin á føroyskum




Nógv umrødda bókin »Njótingarsami heilin« er júst komin á føroyskum í týðing eftir Paula Nielsen.

Í Njótingarsama heilanum lýsir Morten Kringelbach, professari, hvussu gransking í njóting og trá kann vera ein lykil til at skilja, hvussu heilin á okkum virkar, og hvussu bøtt kan verða um lívsdygdina.


Støði í heilaskanningum

Morten Kringelbach hevur serligan áhuga í, hvussu stóra ávirkan sansaligar og sosialar njótingar hava á okkara lív, og hvussu stóra ávirkan vantandi njóting hevur á tunglyndi, støðuga pínu og etingarólag.

Njótingarsami heilin hevur støði í granskingini hjá Morten Kringelbach og lýsir seinastu framstigini í heilavísindini. Nýggir heilaskanningarhættir hava gjørt tað gjørligt at máta virksemið í livandi menniskjaheilanum.

Morten Kringelbach hevur við hesi tøkni fingið greiðu á, hvar, nær og hvussu kenslur, njóting og trá verða til í heilanum. Betri fatan av hesum mekanismum fer vónandi sum frá líður at hjálpa teimum mongu, sum vanta njóting í lívinum, og at geva størri lívsgleði og heilsu til fólkið.

Njótingarsami heilin er ikki ein sjálvhjálparbók, men ein bók fyri almenningin, har rithøvundin, listamaðurin og vísindamaðurin á sera greiðan og skemtiligan hátt oysir av sínum stóra innliti í heilan. Bókin gevur okkum nakað at hugsa um. Vit kenna okkum aftur í henni og kunnu læra at fara betur um lívið

Pauli Nielsen hevur umsett bókina í samstarvi við Morten Kringelbach, so hvørt sum hann hevur skrivað hana. Bókin er nýliga komin út á donskum og enskum og varð hon tá ummæld á Grams síðunum her í blaðnum.

Føroyska útgávan er komin á forlagnum Ítriv