Njóta veðrið á Gøtusandi

Tað er sól og summar á Gøtusandi í dag.

Og festivalgestirnir hava ikki latið tann møguleikan fara aftur við borðinum. Hópin av fólki hevur brúkt møguleikarnar, sum eru á sandinum, sum t.d. heitu pottarnar, men nógv hava eisini nýtt høvið at tveita seg á Gøtuvík at svala sær á.

Veðrið hevur ávirkan á vitjanartalið.

Seinnapartin lat festivalurin dyrnar upp fyri øllum í fýra tímar, og tann møguleikan hava nógv brúkt. Millum annað barnafamiljur, sum vóru á spæliplássinum og lurtaðu eftir Angelu og Hannibal, gyklarunum, Rógva og vinmonnum og at enda eisini ungi Beinur Rasmussen, sum undirhelt ungu fjøldini.