Okkurt bendir á, at fregnartænastan hjá norsku verjuni hevur njósnast ímóti Haraldi kongi og húski hansara Í gjár kom fram, at fregnartænastan hjá norsku verjuni er undir illgruna fyri at hava njósnast ímóti Jens Stoltenberg, forsætisráðharra og kanska eisini øðrum ráðharrum, og nú bendir okkurt á, at fregnartænastan eisini hevur njósnast ímóti Haraldi kongi og hinum í kongshúsinum.
Blaðið VG skrivar, at løgreglan kannar, um onkur óviðkomandi hevur sneytað inni á teirri afturlatnu samskiftisskipanini hjá kongshúsinum.
Sum skilst er tað ikki óhugsandi, at fregnartænastan hevur havt atgongd til teldupostskipanina hjá kongsborgini í Oslo.










