Njósnarar avlurtað enska landsliðið og Capello

Enska fótbóltssambandið hevur sett eina kanning í verk, fyri at finna útav hvussu fjalda mikrofonin er enda í rúminum, ið enska landsliðið brúkti. Sambært Dailymail, so hava brotsmennirnir upptøkur av umleið seks tímum, har landsliðsleikararnir millum annað hava gjørt grin við sex gølinum, og tosa um hvussu nógv teir vija hava í bonus fyri HM luttøkuna. Eisini skal Fabio Capello hava tosa um taktikin hjá enska landsliðnum. Løgfrøðingar hjá enska fótbóltssambandinum royna at steðga miðlinum í at endurgeva nakað av tí, sum er á upptøkinum. Teir vísa á at alt, ið verður sagt á upptøkinum, eru privatar samtalur.

 

Ongland hevur í seinastuni verið hart rakt av gølum, ið hava skaða myndina av enska landsliðnum. Tí skal Fabio Capello vera í øðini um fjaldu mikrofonina. Hann hevði vóna, at dysturin móti Egyptalandi var byrjanin uppá eitt nýtt tíðarskeið ? uttan gølur!