Njósnaðist fyri Ísrael

Mikudagin tók amerikanska løgreglan ein starvsmann í verjumálaráðnum Pentagon, tí illgruni er um, at hann hevur njósnast fyri Ísrael. Tað avsannar ísraelska stjórnin.

Í verjumálaráðnum hevur tann 58 ára gamli Lawrence Franklin arbeitt við ymsum spurningum, sum viðvíkja Iran, og amerikanska løgreglan sigur, at á sumri í 2003 gav hann jødiska felagsskapinum Israel Public Affairs Committee (APAC) fleiri loynilig skjøl um Iran. APAC er ein felagsskapur hjá jødum í USA, og sambært AP verður hann hildin at hava stóra ávirkan. Ísraelska uttanríkisráðið avsannar, at myndugleikarnir hava hava havt nakað samband við Lawrence Francis, ella at teir hava fingið nøku skjøl frá honum.

Í august í fjør segði amerikanska sjónvarpið CBS, at samveldisløgreglan FBI hevði fingið prógv fyri, at ein týðandi embætismaður í Pentagon hevði latið Ísrael loynilig skjøl. Tá FBI herfyri rannsakaði húsini hjá Lawrence Francis, funnu løgreglumenninir 83 skjøl, ið vóru stemplað loynilig, og 38 teirra vóru stemplað sum sera loynilig, skrivar AP.