Njál setti Ólavsøkuna

Í góðveðrinum var nógv fólk í miðbýnum, tá ið Ólavsøkan varð sett. Í dýrdarveðri setti Njál Djurhuus Ólavsøkuna. Hornorkestur, ítróttarfólk og býráðslimir gingu í skrúðgongu, og nógv fólk var møtt upp í miðbýnum.

Njál Djurhuus hevur í mong ár búð í Oslo. Hann segði seg kenna tað sum heiður at fáa høvið at seta Ólavsøkuna, og millum tað, sum hann hevði á munni, var hetta:

Tað sigst, at tað eru um 70.000, ið tosa føroyska málið, so tað eru fleiri túsund føroyingar, ið eru útisetar, og hóast vit halda nógv av okkum sjálvum, so eru vit bert eitt ?sandkorn í heimshavinum?, sum William Heinesen skrivar.

Tað skert ikki burtur, at eg persónliga ofta merki hitan frá vesturættini, har eg siti yviri í Oslo.

Tú kennir á tær at hava kjølfesti í mentanararvi okkara, hóast staddur í øðrum landi.

Eins og flytifuglurin kennir tú á tær á hvørjum ári, at landið dregur teg til sín, og síðani 1961, tá eg fór heimanífrá, havi eg vitjað heim aftur tær flestu Ólavsøkurnar.

Eg má vera ein av teimum fáu núlivandi, ið er føddur úti í Portugálinum í Tinganesi.

Úti á nesinum siti eg mangan og minnist aftur á bæði barnaárini og søguna.

Sjálvsagt verður yrkingin hjá Hans Andrias Djurhuus sitandi fremst í huganum:

Um Tinganesi og Skinnarasker,

fer brótandi havaldan bláa;

tað er landsins søga sum ljóðar her,

søgan um sigur og váða.

Slíkt brótandi alda í munni ber,

hon veit her er einki at gloyma,

men Tinganesið og Skinnarasker

vita, her er mikið at goyma.

Tí har stendur reystur av gamlari tíð

so mangur vælbygdur skáli,

teir stóru harrarnir búðu teim í,

og aftast er Portugálið.