Ruud van Nistelrooy er langt frá liðugur at gera mál, hóast hann er vrakaður bæði í Manchester United og á hollendska landsliðnum. Nistelrooy spælir nú fyri spanska stórfelagið Real Madrid, og hann var rættiliga upp á spæl í dystinum um vikuskiftið. Real Madrid spældi ímóti uppflytarunum úr Levante og vann tryggan 4-1 sigur. Nistelrooy skoraði fyrsta málið i dystinum, og eftir at støðan síðani varð blivin 2-1 til Real Madrid, skoraði hann tvær ferðir afturat.