Hóast nógv leysatíðindi ganga um framtíðina hjá Ruud van Nistelrooy, fer hollendski áleyparin onganveg, slær hjálparvenjarin Carlos Queiroz fast.
Spurningurin um framtíðina hjá Nistelrooy varð av álvara reistur, eftir at Nistelrooy ikki byrjaði inni í Carling Cup finaluni ímóti Wigan Athletic, sum United vann 4-0. Ta ferðina var Louis Saha valdur framum Nistelrooy, sum síðani hevur sitið nógv á bonkinum.
Hetta hevur elvt til nógv leysatíðindi og gitingar um feløg, ið vilja hava fatur á Nistelrooy. Men nú sigur Queiros, at 29 ára gamli Nistelrooy framvegis er ein partur av framtíðarætlanum Fergusons á Old Trafford.
Nistelrooy er framvegis toppskjútti í Premier League við 19 málum. Honum á baki er Thierry Henry við 17 málum.










