Í kvøld fingu eldri borgarar í Vági jólaliga vitjan. Á Eldrasambýlinum á Marknoyri og á Hamragarði vitjaðu nevniliga nissur og nissusangarar seinnapartin í dag.
Gleðin var stór millum tey eldru at hoyra ungu nissubørnini syngja, og jólamenn komu á gátt við hjálpitóli á hjólum, sum tað tó vísti seg, at lítið brúk var fyri, tí brátt koyrdu jólamenninir lættliga runt við 4 hjólaðu hjálpitolunum, og enntá koyrdu teir av og á bert á tveimum hjólum, tí teir gleddust sanniliga um at vitja eldu borgararnar.
Henda nisuvitjanin á eldrabýlum er vorðin afturvendandi siður í Vági seinnu árini.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##



















