Tað merkist á bilinum, at hann er sera væl gjørdur við góðum koyrieginleikum og umfatandi útgerð. Primera hevur vunnið sær sess ímillum teir bestu, tá umræður at vera álítandi og bíligur í rakstri.
Nógvar trygdarskipanir
Nýggi Nissan Primera hevur verið gjøgnum so nógvar broytingar, at hetta í roynd og veru er ein nýggjur bilur, sum kortini líkist sær sjálvum. Uttan eru størstu broytingarnar framman og aftan. Innan eru eisini fleiri broytingar.
Nissan Primera hevur nógvar trygdarskipanir. Primera hevur eina ASC-skipan (Aktive Safety Chassic). Hendan skipan ger, at bilurin er tryggur í svingum, og dekkini hava gott vegtak undir øllum umstøðum.
Primera hevur ABS bremsur og EBD (Electronic Brake force Distribution), sum ansar eftir hvørjum hjóli sær. Eisini hevur bilurin eina mekaniska bremsuhjálparskipan (NBA), sum hjálpir til tá neyðugt er at bremsa hart.
Baklúkan verður latin upp uppeftir og framyvir, so ongin vandi er fyri at sláa høvdið í lúkuna, og hongslini eru av tí nýggja slagnum, sum ikki skaðar viðføri, tá lúkan verður latin aftur.
Automatiski CVT gearkassin, ein uppliving at koyra
Motorurin er ein 2.0 við 16 ventilum og 140 hk, er ljóðleysur og hevur yvirskot av kraft. Primera fæst við einum trinleysum automatiskum gearkassa CVT ( Continously Variable Transmission), har tað ikki merkist at bilurin skiftur gear.
Hetta er fyrstu ferð at ein bilur í miðalklassanum, við somikið stórum motori er útgjørdur við hesum gearkassanum.
Hesin gearkassin má roynast, fyri at skilja frá hvussu hann virkar.
Snúningarnir á motorinum broytast ikki meðan ferðin økist, sum á bilum við vanligum automatiskum gearkassum.
Tríggjar útgávur
Bilurin fæst í trimum útgávum: Comfort, Sport og Elegance. Standard útgerð í øllum útgávunum er t.d. ABS bremsur við EBD og NBA, hátrýstspularar til forlyktirnar, servostýring, tokulyktir framman og aftan, dupult airbag framman, airbag í síðunum, nakkapútur á øllum setrunum, startsperru, sentrallás, dupultvirkandi pollenfiltur, stereo radio við 6 hátalarum.
Sport útgávan hevur eitt nú Xenon forlyktir, sum geva sera gott ljós. Elegance útgávan er tann fínasti við træpanelum á gardanboksini, blankum kølagittari og blankum hurðahandtøkum. Primera fæst eisini við 5 hurðum og sum stationvognur.