Talan er um ein luksusbil, har leðurkabinan er eins og ein stór svita við allari hugsandi útgerð. Førarasetrið hevur memorystilling, og el-stilling er til pedalirnar.
Murano hevur annars alla hugsandi útgerð, komfort og trygd á sera høgum støði. Designið er eisini nakað fyri seg, sermerkt og smart. Bilurin er líkasum rundur bæði framman og aftan.
Murano verður einans gjørdur í eini útgávu, har alt er standard. Bensinmotorurin er ein 3,5 litur V6 við 234 hk, ið koyrir frá 0-100 km/t upp á 8,9 sekund, og toppferðin er 200 km/t.
Bilurin er sum ein dreymur at koyra, tað er sum um at samstarvið millum V6 motorurin og automatiska girkassan gongur upp í eina hægri eind.
Prísur: 653.000 kr