Nissan konseptbilur við BMW Isetta sum fyrimynd

Nissan konseptbilurin Pivo2, sum verður syndur fram á Tokyo Motor Show, minnir nógv um kabinuskutaran BMW Isetta, sum varð væl umtóktur fyri umleið 50 árum síðan

Hóast teir ikki kunnu samanberast á tekniska økinum, hava konseptbilurin Nissan Pivo2 og BMW Isetta nógv til felags hvat designinum viðvíkur.


BMW Isetta sum varð gjørdur frá miðskeiðis í 50-unum til 1962. Talan var um ein innilokaðan skutara við trimum hjólum og tveimum sitiplássum, ein sonevndan kabinuskutara.


Nissan Pivo2 er ein hátøkniligur el-bilur, sum faktiskt eisini er ein persónligur robottur.

Eitt nú kann kabinan snarast soleiðis, at bilurin koyrir eftir síðuni.


Á báðum bilunum er inngongdin inn í kabinuna gjøgnum eina stóra hurð framman á bilinum, og róðrið fylgir við, tá hurðin verður latin upp.


mg