Nirvanakvøld í Spaniastovu

Á 20 ára deyðsdegnum hjá Kurt Cobain 5. apríl verður konsert í Spaniastovu har nakrir av okkara bestu sangarum tulka Nirvana.

Kurt Cobain, stovnarin av amerikanska grung-bólkinum Nirvana, beindi fyri sær sjálvum 5. apríl 1994, í hesum sambandi hevur ungur Nirvana fjeppari úr Klaksvík, tikið stig til eina konsert í Spaniastovu, har nakrir av fremstu tónleikarunum í Føroyum spæla kendastu løg teirra frá 90’unum.

Kurt Cobain hevði stóran týdning fyri ”grunge-ættarliði” og tónleikin í 90’unum sum heild.

Tónleikararnir, sum framføra, eru:
Marius Ziska, Allan Tausen, Hans Andrias Jacobsen, Lindi Gardar, Jens Pauli Joensen, Jóannes Viðbjørg og Símun Heimistovu.

Andras Sólstein hugleiðir um Nirvana og Kurt Cobain.