Ánir skifta navn

Í farnu varð eitt tilmæli lagt fram um, hvussu 13 føroysk bygdanøvn eftir ætlan skulu verða í framtíðini. Í ávísum førum verður talan um rættiliga stórar broytingar, millum annað skuldi Øravík nú stavast Ørðavík og Akrar stavast Agrar.

Gongst sum ætlað mugu helst eisini norðoyingar læra seg at skriva bygdarnavnið Ánir rætt.

Tey hava altíð sagt tað, men nú skal tað eftir øllum at døma bæði sigast og skrivast rætt.

Upprunaliga hevur staðið óivað itið ?Í Ánunum? sigur nevndin sum hevur gjørt hetta tilmælið um føroysk bygdanøvn.

Síðani er navnið drigið saman til Ánum ella Ánunum. Av hesum er tann sekunderi hvørfalsformurin Ánirnar sprottin, og hann hevur eisini verið tann vanligi talumálsformurin.

Tí mugu bæði skelti og Føroyakortið gerast av nýggjum.