Ninna á Jinx

Í løtuni hevur Ninna Steinø listaframsýning á Jinx. Ninna er 39 ára gomul, ættað av Tvøroyri og búsitandi í Svøríki.

Á framsýningini eru 13 verk, installatiónir og akrylmálningar. Tilfarið er alt frá pappíri, gips og metal til tómar kettumatsdósir úr plast. Ninna hevur í nógv ár arbeitt við leiri, og tað sæst aftur í skapanini, í nøkrum av myndunum, har formurin er rættuliga trídimensionalur.


Framsýningin er ein lívlig og litrík samanseting av 13 áhugaverdum verkum, har hugflog, álvari og speisemi eru eyðkenni.